Tíðindi

Vælkomin í 2024

15. januar 2024

Við treysti trína vit um gáttina til nýggja árið. Nýtt ár, nýggjar avbjóðingar, siga vit.

Vit verða tó noydd at siga sum er, kanska ikki so nógv nýtt undir sólini, tíverri, so vit taka tær gomlu avbjóðingarnar við inn um gáttina. Tað er snøgt sagt ikki gjørligt at gera annað.

Árið, ið farið er, hevur verið ørðvísi í tann mun, at vit hava verið noydd at siga nei nokkso ofta, tí vit taka ikki fleiri næmingar inn, enn vit hava orku til. Námsfrøðiliga og fíggjarliga.

Tað er harmiligt, at vit eru noydd at avvísa næmingum, men tað eru treytirnar, vit arbeiða undir. Tað allarmest umráðandi er, at tey, sum eru her, fáa alla ta hjálp tey hava tørv á. So góðu foreldur, haldið okkum til góðar. Tað kann ikki vera ørðvísi.

Hvørja viku ringja foreldur, ið tørva hjálp. Bara hesa vikuna hava 4 mammur sett seg í samband við okkum. Tað er ymiskt, hvørjum tey hava tørv á. Summar uppgávur eru nemmar at loysa, og kunnu ornast gjøgnum telefonina, men flestu kunnu ikki tað.

Øll sum ringja til okkum fáa svar og verða boðin at koma her í Tróndargøtu til samrøðu. Men sum sagt omanfyri, kunnu vit ikki bjóða øllum hjálp.

Fyri fáum árum síðan, vóru okkara næmingar vaksin fólk. Tað er við at broytast. Vit hava í dag fleiri børn í skúlaaldri.

Í løtuni hava vit um 60 næmingar her í húsinum og 8 næmingar, staddir aðrastaðni í landinum, men sum hoyra undir okkum. Altso verða undirvístir í okkara regi.

 

Gott nýggjár.

Fleiri tíðindi
Lurta