Tíðindi

Talukennarin VoisIT í nýggjum hami

27. august 2024

Stórur dagur í dag hjá okkum, sum brúka talukennara-appina VoisIT at skriva tekstir, ið vit tosa (um tú hevur VoisIT frammanundan má appin møguliga uppdaterast).

SÍGGJ FILM UM APPINA VOISIT (minst til at koyra ljóðið frá)

Í august 2023 kom fyrsta útgávan av appini VoisIT, ið Andras Eliasen hevur ment. Andras hevur nú dagført VoisIT-appina við nýggjum - sera spennandi funkum.

Andras sigur um dagføringina:

Slepping 1.2.0: - Appin roynir nú at seta tekn sjálvvirkandi, við hjálp av vitlíki. Tó ber framvegis eisini til at siga teknini har, tey skulu setast (punktum, komma, spurnartekin, reglubrot, osfr.)

 - Tú kanst fáa tekstin upplisnan við eini talusyntesu/teldutalu. Talan er tó ikki heilt góð, men er í flestu førum brúkilig til at lesa upp. (Teldutalan verður áhaldandi ment)

 - Tú kanst biða appina umseta til eitt fremmandamál við at siga "umset hetta til [mál, t.d. danskt], og so tað sum tú vilt hava VoisIT at umseta her"

 - Tú kanst gera tína egnu orðabók við orðum, sum eiga at hava stóran fremsta-bókstav.

 - Tú kanst gera tínar egnu reglur um orð, sum skulu stavast øðrvísi, enn talukennarin stavar tey

 - Tú kanst broyta tekstirnar inni í appini, t.d. um talukennarin hoyrir og skrivar skeivt.

Á Facebook-bólkinum VoisIT eru stutt videobrot at síggja, ið greiða frá nýggju funkunum.

Appin fæst bæði til IOS og Android

Fleiri tíðindi
Lurta