Viðtøkur

1. Navn og endamál

§ 1. Navn felagsins er: Felagið fyri Lesi- og Skriviveik.

§ 2. Heimstaður felagsins er í Tórshavn.

§ 3. Endamál felagsins er at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar.

2. Limarættur og skyldur

§ 4. Rætt at gerast limur í felagnum hava tey, sum hava áhuga fyri endamáli og virki felagsins. Limaskapur fæst við at rinda tað av aðalfundinum samtykta limagjaldið. Limur, ið ikki hevur goldið limagjald, kann verða strikaður sum limur í felagnum.

3. Aðalfundur og eykaaðalfundur

§ 5. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári um várið, og skal skrivliga fráboðast limunum í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.

§ 6. Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Uppskotini skulu vera skrivlig.

§ 7. Aðalfundurin hevur hevur hesa dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra.
2. Val avfundarskrivara.
3. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár.
5. Ásetan av limagjaldi og viðgerð av fíggjarætlan frá nevndini
6. Viðgerð av innkomnum uppskotum.
7. Val av nevndarlimum.
8. Val av grannskoðara sum skal vera skrásettur ella lóggildugur.
9. Ymiskt.

§ 8. Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Atkvøðurætt hava einans limir, ið hava goldið limagjald, standa atkvøðurnar á jøvnum er uppskotið fallið. Aðalfundurin er viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvir limir eru møttir. Frásøgn frá tí, sum fer fram á aðalfundi, verður skrivað fundarfrásøgn av, ið fundarskrivarin og skrivar undir.

§ 9. Til broytingar av viðtøkum felagsins krevst, at tveir triðingar av møttu limunum við atkvøðurætti atkvøða fyri viðtøkubroytingini.

§ 10. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin metir tað vera neyðugt. Limirnir skulu hava skrivliga fráboðan við dagsskrá í seinasta lagi 7 dagar fyri eykaaðalfundin. Á eykaaðalfundinum eru ásetingarnar í § 7 nr. 1 og nr. 2 og § 8 galdandi.

4. Nevnd

§ 11. At stjórna felagnum verður vald nevnd við 5 limum. Nevndin stendur fyri vali á hvørjum ári. Nevndin skipar seg sjálv beint eftir ársaðalfundin. Berst limi frá at møta á nevndarfundi, skal tiltakslimur hava fundarboð. Fer nevndarlimur frá tekur fyrstvaldi eykalimurin við og starvar viðkomandi til fyrstkomandi aðalfund. Nevndin er viðtøkufør, um í mesta lagi 3 limir í nevndini eru møttir. Avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum meiriluta. Um tað, sum fer fram á nevndarfundi verður, skrivað fundarfrásøgn, ið skal undirskrivast av møttu nevndarlimunum.

5. Roknskapur og tekningarreglur

§ 12. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Ársroknskapurin fyri felagið, sum verður lagdur fram á ársaðalfundinum, skal vera granskoðaður av einum skrásettum ella lóggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal altíð hava atgongd til ófráboðaða grannskoðan av roknskapinum.

§ 13. Formaðurin hevur tekningarfulltrú. Hevur formaðurin forfall, hevur næstformaðurin tekningarfulltrú. Hava bæði formaður og næstformaður forfall, kann nevndin geva skrivaranum tekningarfulltrú.

6. Føst ogn o.a.

§ 14. Keyp og søla av fastari ogn o.a. týdningarmiklar íløgur skulu góðkennast av aðalfundinum ella einum eykaaðalfundi, tá lýst er til tess. Á hesum fundi skulu í minsta lagi 20 av limum felagsins við atkvøðurætti verða møttir.

7. Avtøka av felagnum

§ 15. Felagið kann einans takast av á innkallaðum eykaaðalfundi við avtøku á skránni. Fyri at taka felagið av krevst, at tríggir fjórðingar av limunum, ið goldið hava limagjald, eru møttir á eykaaðalfundinum, og at tveir triðingur av møttu limunum við atkvøðurætti atkvøða fyri avtøkuni.

8. Gildiskoma og broyting av viðtøkunum

§ 16. Hesar viðtøkur koma í gildi, tá tær eru samtyktar av einum eykaðalfundi, sum er innkallaður við góðkenning av viðtøkunum á dagsskrá. Samstundis fara viðtøkur felagsins frá 27. november 2002 úr gildi.

§ 17. Broytingar av hesum viðtøkum, kunnu einans gerast á aðalfundi, tá fráboðað er frammanundan, at uppskot til viðtøkubroytingar eru.

§ 18. Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins latast felagsskapi ella stovni við sama ella líknandi endamáli.

Søgan

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik varð stovnað á fundi í MBF-húsinum (nú MEGD) á heysti 2001. Tey sum tóku stig til felagið vóru foreldur, einamest mammur, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar av at lesa og skriva. Hesi foreldur høvdu tá í longri tíð, hvør í sínum lagi, roynt at hjálpt børnum sínum.

Hesar dýrt keyptu royndir høvdu lært tey almikið og hevði eisini við tíðini ført nøkur av hesum foreldrum saman. Tankin, at lata onnur fáa gleði av teirra royndum, búnaðist so líðandi og gjørdi, at felagið var stovnað.

Endamál felagsins er at breiða kunnleika og forstáilsi fyri teimum lesi- og skriviveiku, og virka fyri, at fleiri serútgjørdar lesistovur verða settar á stovn kring landið í fólkaskúlunum, og at skipa fyri undirvísing av bæði børnum og vaksnum við lesi- og skrivitrupulleikum.

Tað gekk ikki long tíð, so byrjaði felagið so smátt at undirvísa næmingum við lesi- og skrivitrupulleikum. Fyrsta undirvísingin var í MBF húsinum tvær ferðir um vikuna. Tað vísti seg skjótt, at tørvurin var stórur, og tí flutti undirvísingin til Grønlendingahúsið, soleiðis at undirvísingin kundi gerast meiri skipað. í januar 2010 flutti undirvísingin í Meinigheitshúsið, men longu um heysti sama árið, flutti felagið í húsini í Tróndar- gøtu 40, har felagið hevur hildið til síðani.

Felagið hevur lagt seg eftir at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvið fyri næmingarnar, har hvør næmingur fær undirvísing eftir tørvi frá væl útbúnum lærarum. Góður trivnaður drívur verkið.

A hvørjum ári, síðani 2014, tó undantikið 2020, hevur felagið skipað fyri eini útferð í Føroyum fyri næmingum og lærarum. Hesar útferðir hava verið sera læruríkar og stuttligar. Næmingarnir hava arbeitt við tilfari undan ferðini, og lisið um søgur og sagnir frá teimum ymsu støðunum.

Felagið bleiv, longu sama árið tað varð stovnað, limur í norðurlendskum samstarvi. Norðurlendsku londini hava uppá skift hildið fundir á hvørjum ári, men støðgur kom í, nú koronukrímið hevur gjørt um seg. Hetta gjørdi, at fundurin, sum skuldi vera í Føroyum í 2020 mátti útsetast í 2 ár. Endiliga, í september 2022, kundi norðurlendski felagsfundurin haldast í Føroyum. Fundurin eydnaðist sera væl og gav íblástur til framhaldandi starv og samstarv.

Søgan: Tíðarlinja
Nevndin

Forkvinna: Anne-Karin Kjeld

Næstforkvinna: Laila Egholm 

Nevndarlimur og skrivari: Andrass Henriksen

Nevndarlimir: Durið Eyðbjørnsdóttir, Gyðja Hjalmarsdóttir  Didriksen

Tiltakslimur: Tove Jacobsen

Lurta