Landsstýrismaðurin vitjaði í Lesihúsinum
“Ein nýggjur heimur er latin upp fyri mær í dag”
7. desember var landsstýrismaðuriní skúlamálum, Djóni Nolsøe Joensen, og vitjaði í Lesihúsinum í Tróndargøtu.
Djóni visti onki um okkara virksemi, ella í heila tikið okkara eksistens. Men við sær
hevði Djóni Joan Knudsen, ið er vælkend við arbeiðið vit gera her í Lesihúsinum.
Men at síggja við egnum eygum og uppliva tað, sum sker her, er nakað heilt serligt.
Tað mátti Djóni eisini ásanna.
Hann varð vístur runt í húsinum. Tosaði við okkara næmingar, og sá, hvussu tey verða undirvíst og hvussu tey arbeiða. Aftaná varð kann so kunnaður um okkara virksemi her í húsinum.
Ein mamma og ein pápi at einum av okkara næmingum vóru eisini við á fundinum. Tey løgdu fram sínar royndir við tí hjálp teirra barn hevði fingið her. Tað var ein nemandi og lærurík løta.
“Ein nýggjur heimur er latin upp fyri mær í dag” segði landsstýrismaðurin millum annað. Tá hann tók samanum dagin.
Vit takka fyri vitjanina