Tíðindi

Tað var her tað byrjaði!

6. oktober 2023

Í gjár, hósdagin, kom Daniel Djurhuus Rein á gátt í LESIHÚSINUM í Tróndargøtu í Havn. Hann kom við miðnámsprógvi og húgvu at takka fyri stuðulin, hann fekk her. Tá vit komu inn aftur, eftir at hava tikið mynd úti í garðinum, hyggur hann rundanum seg og sigur: "Tað var her tað byrjað"

Í 2019 kom Daniel til LESIHÚSIÐ at leita sær hjálp at lesa og skriva. Hann var ógvuliga málrættaður og tók væl ímóti tí hjálp, hann fekk her í. Síðani gekk leiðin hjá honum til Skúlan við Áir, áðrenn Daniel fór á Miðnám í Vestmanna. 

Vit her í LESIHÚSINUM ynskja Daniel hjartaliga tillukku við flotta miðnámspróvnum og bestu eydnu framyvir.

Fleiri tíðindi
Lurta