Føroyski talukennarin VoisIT er munandi betraður
VoisIT skrivar soleiðis á síni heimasíðu, www.voisit.fo, um nýggjastu sleppingina:
Slepping 1.1.0 – 27. September:
Víðka útgáva av VoisIT við eini røð av nýggjum hentleikum:
Burturbeint enska talukenning, og broytt appina so hon nú bert er tøk á Føroyskum, fyri at geva eina meira málrættaða brúkara-uppliving.
Gjørt betri pláss fyri tekstinum, við til dømis at burturbeina VoisIT tekstin ovast, og at gera knøttarnar minni.
Skift millum ljósan/myrkan skerm, fyri at tilpassa appina til tað tær dámar betur.
Møguleika fyri at seta komma, punktum, spurnartekin, osfr. við at siga tekni sum tú ynskir at seta inn í tekstin. Eisini er møguleiki at innseta reglubrot.
Ein innbygd orðabók til Føroysk nøvn og sernøvn, soleiðis at tú kanst seta nøvnini við stórum, ella at broyta tey aftur til smátt við at trýsta á tey.
Møguleika fyri í lættari mun at avrita og strika. Knøttur er nú til at avrita øll boð og til at strika øll boð. Eisini ber til at swipe’a til vinstru fyri at strika ávís boð, og at avreita við at tøppa og halda á einum boðum.
Appin minnist nú tulkaðu boðini/tekstirnar soleiðis at hesi ikki hvørva tá appin verður sløkt.
Gjørt knøttar afturat so til ber at avrita allar tekstir í senn, og at strika allar tekstir í senn (ávaring verður víst áðrenn strika verður).
Far inn á App Store og trýst á “Opdater” um tín fartelefon ikki stendur til at dagføra appir sjálvvirkandi.