Tíðindi
So hevur fyrsti føroyski talukennarin sæð dagsins ljós
Andras Eliasen hevur í summar ment ein føroyskan talukennara - kendur sum appin VoisIT. Appin skilir væl føroyskt og skrivar rættiliga neyvt tað, tú sigur við hana. Hetta er eitt sera stórt frambrot.
Á filminum niðanfyri greiðir Andras frá arbeiðnum við appini og vísir, hvussu hon virkar. Nøkur av viðurskiftunum, Andras nevnir sum møguligar trupulleikar, eru longu loyst. Til dømis er appin longu komin á Appstore og Playstore.
Fleiri kunningar
Tíðindi

Tað var her tað byrjaði!
Í gjár, hósdagin, kom Daniel Djurhuus Rein á gátt í LESIHÚSINUM í Tróndargøtu í Havn.
Hann kom við miðnámsprógvi og húgvu at takka fyri stuðulin, hann fekk her.
Tá vit komu inn aftur, eftir at hava tikið mynd úti í garðinum, hyggur hann rundanum se…

Føroyski talukennarin VoisIT er munandi betraður
VoisIT skrivar soleiðis á síni heimasíðu, www.voisit.fo, um nýggjastu sleppingina:
Tíðindi

Stórur dagur í LESIHÚSINUM
Ein av okkara orðblindu, men viljasterku næmingum, Elsa Maria Wolles, hevur verið til próvtøku í munligum føroyskum á níggjunda floks støði og fingið 10. Nakað frammanundan var hon uppi í skrivligum føroyskum við góðum úrsliti. Skrivliga royndin, var…