Tíðindi

Stórur dagur í LESIHÚSINUM

23. juni 2023

Ein av okkara orðblindu, men viljasterku næmingum, Elsa Maria Wolles, hevur verið til próvtøku í munligum føroyskum á níggjunda floks støði og fingið 10. Nakað frammanundan var hon uppi í skrivligum føroyskum við góðum úrsliti. Skrivliga royndin, var við loyvi frá myndugleikunum, hildin í LESIHÚSINUM, og er tað fyrstu ferð nakrantíð, at nøkur próvtøkuroynd er hildin her.

Onkur heldur kanska, hvat tað er at skrivað um, tí tað eru jú so nógvir næmingar, sum hesa árstíðina fáa eins góð úrslit í somu roynd. MEN, leiðin til tað góða úrslitið er als ikki líka løtt gingin hjá øllum. Tað vita vit í LESIHÚSINUM alt um.
Fyri at lýsa hetta lata vit Elsumariu sjálva greiða frá:

“Eg fór í skúla í 1982 og sá skjótt, at eg dragnaði afturúr. Tá fekk eg ein trupuleika afturat, teimum eg í forvegin hevði, og hetta skaddi mína sjálvsmetan. Eg sat bara og brotnaði meir og meir, meðan øll hini fóru víðari. Eg royndi mangan at spyrja inn til, men eingin átti nakað svar.

Eg upplivdi mína skúlagongd soleiðis: Eg var har, men var uppgivin.

Aftaná fólkaskúlan fór eg á royndarfrían eftirskúla á Bornholm. Eg strongdi á at fáa nakað bókligt, men skilið her var tað sama, eingin metti, at eg kundi koma víðari. Heimaftur komin var tað, sum linjan var løgd: Tú kemur ikki víðari. Hetta fylgdi mær langt inn í  vaksna lívið.

Tá okkara felag, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, varð stovnað, birtist ein lítil vón í mær. Hans P, frá orðblindaskúlanum í Albertlund, vitjaði felagið og greiddi frá orðblindaskúlanum.

Tað gingu nøkur ár, so fylgdi eg dreyminum og fór á at tann skúlan. Har fekk eg nakað av hjálp og fór síðani á VUC í Albertslund. Har fór eg upp í mínu fyrstu roynd í samfelgasfaki í níggjunda flokki, og fekk 12.
Sum orðblind gav hetta mær blóð á tonna, og eg fór víðari til VUC Tornby. Har var eg uppi í donskum. 

Men felags fyri alt eg royndi í Danmark var, at hetta var 9 floks støði og har vóru næmingar við so samansettum trupuleikum, at øll tíðin fór uppá tey, og eg, sum illa orðblind, fekk ikki tað hjálp, sum eg trongdi. Eg má hava tíð, frið og lektiuhjálp, men fekk onga. Tann hjálpin kemur ikki fyrr enn, man fer víðari. 

Í 2016 kom eg heim aftur og havi verið í Lesihúsinum síðani og havi valt at fara málrætta eftir tí føroyska. Her kom eg bókstaviliga HEIM, og her havi eg fingið tað hjálp, mær tørvaði sum barn. Tað hevur verið ein fragd fyri meg at fingið tíð og frið, og tað besta av øllum: Lærarar sum hava trúð uppá meg.

Mín metan er, at tað er alneyðugt fyri børn, sum eru orðblind, at tað verður sett inn beinanvegin, so tey vera spard fyri at sita og brotna og hvørki kenna seg virdan av  vaksnum ella børnum. Hetta duga tey orðblindu væl at lesa av.”

Vit í LESIHÚSINUM ynskja Elsu Mariu hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.

Fleiri tíðindi
Lurta