Føroyski talukennarin
Ein talukennari er ein hentur møguleiki hjá teimum, ið av eini hvørji orsøk hava torført at skriva. Hevur tú eina snildfon, so hava fleiri mál ein mikrofonknøtt knýttan at tastaturinum, sum, tá tú aktiverar hann, skrivar tað, tú sigur.
Hevur tú t.d. danskt tastatur, so skrivar snildfonin, tað tú sigur á donskum alt eftir, hvussu væl, tú megnar danska úttalu, og tað er kanska ikki altíð líka lætt hjá okkum føroyingum.
Fyri skjótt einum ári síðan varð grundarbeiði, sokallaði BLARK-urin, til føroyska talukennaran lagt fram og handað “almenninginum”.
Arbeiðsbólkurin, ið varð valdur av mentamálaráðnum, var nú liðugur við sítt arbeiði. Og søgdu tey: Nú er klárt hjá einum og hvørjum at brúka tað, tey nú høvdu greitt úr hondum.
Meiningin var og er, at øll, ella onkur, kann fara víðari og menna ymsar funktiónir, sum so gera tað møguligt, at tú og eg kunnu tosa við okkara teldu, teldil ella snildfon, og so verða orðini, vit siga, skrivað.
Okkum vitandi er enn einki hent á tí økinum.
Fyri umleið trimum árum síðani, løgdu vit til merkis, at Iphone hevur fingið føroyskt tastatur, sum hevur mikrofonknøttin, ið er ætlaður talukennaranum. Men um tú trýstir á mikrofonknøttin og byrjar at tosa føroyskt, so verður skrivað, men einki skil fæst á tí skrivaða. Um tú hinvegin tosar danskt á føroyska tastaturinum, so verður tað, tú sigur, skrivað á donskum.
Longsulin eftir, at kunna tosa føroyskt við sína eind og fáa tað skriva, er sera stórur.
Kanska onkur, ið lesur hesar reglur veit okkurt.
Gott hevði verið, um tann ella tey, sum fingu ávirkað Apple til at taka føroyska tastaturið upp í part á sinni, gjørdu sína ávirkan galdandi.
Skrivað: Dánial á Dul Jacobsen