At rigga ella ikki rigga …..
Vit tosa nógv um, hvussu umráðandi, mennandi og altavgerandi tað er. Og øll vita tað. Tað eru skrivaðar bøkur, greinar, phd ritgerðir, álit, ted-talks, frágreiðingar, ynskilistar og enntá eru undirvísingarætlanir skrivaðar um emnið. Kreativitetur. Tað er orðið.
Hóast hendan stóra áhuga so kunnu vit bara staðfesta, at í dagliga arbeiðnum í
fólkaskúlanum er ringt at hóma kreativitetin. Hann er hálaður úr øllum ( eg
veit, at lærarar stríðast og eru kreativir, tað er sjáldan, at tíðin røkkur).
Kreativu lærugreinarnar eru tódnaðar ár fyri ár fyri ár, og kann mann gott siga,
at tær í dag eru ein viðfáningur.
Fara vit í læraraútbúgvingina stendur eisini illa til.
Gransking vísir okkum so týðuligt, at heilin og restin av kroppinum samstarva
í læriprossessini. Og allíkavæl minka tímarnir til kreativitet og rørslu.
Tað er alt ov nógv høvd og alt ov lítið kroppur í skúlanum. Og so eru vit
noydd at spyrja hví?? Hví í allari víðastu verð er tað soleiðis, tá vit vita betur?
Frágreiðingin sum so, er einføld. Vit eru blendað av landsroyndum og
pisakanningum. Og jú verri tað gongur í royndunum, jú meiri pláss fáa tær.
Og vit vita annars væl, at tað ongantíð hevur hjálpt uppá nakra undirvísing at
gera meira av tí, sum ikki riggar. Tí tað riggar ikki!!
Í lesihúsinum hava vit fastar, árligar, kreativar dagar. Men gerandisdagurin her
loyvir kreativitetinum framat. Okkara undirvísing hongur ikki saman uttan
kreativitet. Vit eru stolt av hvussu okkara næmingar veksa í uppgávunum, og
vit taka kreativitetin í størsta álvara.
Njótið hesar málningarnar hjá Bjørt, Lydiu og Ingu Mariu. Viðhvørt er tað
lættari at gera eina mynd enn at brúka orð. Tað eru vit øll samd um her í
Lesihúsinum.
Skrivað hevur: Gyðja H. Didriksen