Stórfingin løta á Námi
Klokkan 15 í dag, 6. februar 2020, var ein stórfingin løta í framsýningarhølunum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72 í Havnini.
4 gentur á heyst háskúlaskeiðnum í Føroya Fólkaháskúla, lótu upp framsýning við myndum og keramikki. Tær fýra eru: Annika á Fløtunum Rasmussen Emmy Sveinsdóttir Thomsen Poulina Joensen Ýr Ákadóttir.
Vit ynskja øllum fýra hjartaliga til lukku. Ikki fyri at dylja, so eru vit í Felagnum fyri Lesi – og Skriviveik serliga fegin um, at Annika telist millum tær. Annika hevur verið næmingur her, og hava vit eisini notið hennara málikynstur.
Um tit blaða eitt sindur aftur á heimasíðuni, finna tit málningar, ið Annika hevur málað og tekstir, ið Annika hevur skrivað.
Niðast leggja vit nakrar myndir frá framsýningini á Námi. Sum vera man, so er tað einamest myndir hjá Anniku.
Vitjið framsýningina: Nám, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn.
Skrivað hevur: Gyðja H. Didriksen