Tíðindi

Til Halgerð Arge Hansen á 80 ára føðingardegi hennara 9. august

9. august 2019

Halgerð Arge Hansen á 80 ára føðingardegi hennara 9. august

Summi fólk seta spor.
Halgerð er ein teirra.
Halgerð er ein, ið hevur slóðað fyri.
Hon hevur traðkað sínar egnu gøtur.

Ein drívmegi í Felagnum fyri lesi- og skriviveik og í fólkaskúlanum sum heild. Halgerð myndaði frá byrjan undirvísingina í felagnum, og allastaðni har hon hevur arbeitt hevur hon oyst av síni vitan og sínum pedagosiska og undirvísingarligu kunnan og sínum nærlagni og sínum dugnaskapi. Uttan hana hevði felagið ikki sæð út, sum tað ger í dag. Og neyvan heldur tann føroyski fólkaskúlin.

Halgerð var langt forút fyri sína tíð. Og mangan var baksut at fáa fólk við uppá tað, sum hon hevði gongd í, tí tey vistu ikki hvat tað var.
Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, vil eg bara staðfesta, at Halgerðsa arbeiði sæst aftur í tí, sum føroyski fólkaskúlin er í dag. Hvussu ofta taka vit ikki til: ja, hattar er akkurát tað sama, sum Halgerð gjørdi, tá vit í dag standa við tilfari og undirvísingargongdum, sum eru atkomiligar fyri allar lærarar og allar skúlar. Tað er gleðiligt at síggja og vita, at skúlin er í menning. Og eg vil geva Halgerð nakað av ærini. Tí tað meti eg, at hon eigur.
Hennara íðni og áhaldni hevur myndað felagið og ger tað tann dag í dag. Halgerð hevði heldur ikki stundir at bíða eftir myndugleikum og viðgerðum av umsøknum og fíggjarligum stuðli. Hennara treiskni og gávumildni var uttan samanberingar.
Drivið, ikki at lata seinu viðgerðartíðirnar allastaðni í okkara skipanum bremsa arbeiðnum, hava vit mangan notið gott av, og myndar tað felagið enn tann dag í dag.
Halgerð arbeiddi dag og nátt og ikki var óvanligt, at telefonin ringdi kl. 6 á morgni og uttan góðan morgun og annað uttanumtos, varð farið beint í trupulleikan. Eg harkaði og royndi at spyrja, um hon visti, hvat klokkan var. So var hon kvik at umbera.

Hennara arbeiði hevur verið við teimum veikastu. Eingin avbjóðing var ov stór. Og nógv eru tey, sum eru takksom fyri Halgerðsa troyskni og pedagogisku, fakligu kunnan.
Alt skuldi vera vælgrundað pedagogikst/ lesivísindandligt. Og har vóru tveir góðir ráðgevar, sum Halgerð kundi heita á Jytte Jordal og Frank Jacobsen.Hennara guruar.

Hennara kunnleiki á pedagisoska, undirvísingarliga økinum er stórur.
At deila og at geva frá sær hevur altíð myndað hana, hennara gávumildni, at leita eftir tí, sum ger mun, og at gera mun. Tað er Halgerð.
At vera ein góð fyrimynd, at finna tað, ið var at byggja víðari á í hvørjum einstakum næmingi. Ikki bangin at ganga nýggjar leiðir. Tað er Halgerð!

Ikki at lata forðingar, óvitinheit og snævurskygni forða fyri arbeiðnum. Tað er Halgerð.

Altíð at gera tað besta, ongantíð ta løttu loysnina, og altíð við serfrøðini og nærlagni í hásæti.
Altíð at søkja loysnirnar. Ikki at geva upp. At geva víðari, geva frá sær, læra víðari, læra meira.
At finna, ofta knortlutta vegin inn til tann einstaka og taka útgangsstøði í tí einstaka.
Sjálvt tað mest avbjóðandi og at sýnast ógjørliga hava vit verið vitni til, at hon megnaði at loysa. Eitt í allar mátar ótrúligt arbeiði. Ongantíð at geva upp. Tað var hennara mantra. Og varð okkurt meira ógjørligt enn annað, so máttu ótraditionell amboð takast til hjálpar. Og forðingar??? fremmandorð. Og her mugu vit ikki gloyma hennara stórsinni. Vildi skúlin ikki keypa amboð, teldu, forrit, ja so gjørdi Halgerð tað sjálv. Tað er ikki so lítið, ið skúlar hava notið gott av, hesum stórsinni, sum Halgerð hevur goldið úr egnum lumma, tí hon visti at tað riggaði. Hendan drívmegin í henni, sum altíð var har og sum smittaði á okkum øll rundanum hana.

Eg havi ligið á gólvinum og forma bókstavir, forma i gandadeiggi og leiri klipt og klistra, skrivað og sungið, kvøðið og sagt søgur, arbeitt við fótbólti, fuglum, víkingum, kvæðum og sagnum…. Saman við Halgerð.
Føroyska málið og mentanin eru allatíðina grundvøllirnir, vit arbeiða á. Tað var eitt annað mantra. Og væl lá fyri at finna røttu frásøgufólkini og røttu hjálpina til alt tað, sum man nú einaferð ikki megnaði sjálvur.

Eg skal ikki dylja fyri, at onkuntíð var við at verða ovboðið. Tað var tíðin við túsund leidningum og glarum, og lætt var at villast í tí heila. Men eg haldi vit báðar fingu samstarvið at rigga einastandandi væl. Eg eri nokkso praktisk til sovoritt og tað er Halgerð so slett ikki. So samstarvið riggaði væl. Kanska ikki samdar í øllum, men tí mesta og í tí, sum var mest avgerðandi. Og eg fari at nýta høvi at takka tær Halgerð, fyri alt tað tú hevur lært meg, tann føroyska fólkaskúlan og fyri at vera krumtappurin í Felagnum fyri Lesi- og skriviveik.

Góða Halgerð.
Hjartaliga til lukku við 80 árunum og takk fyri.

Felagið fyri Lesi - og Skriviveik
Gyðja Hjalmarsdóttir

Fleiri tíðindi
Lurta