Tíðindi

Kríggj og friðu

4. september 2018

So er frítíðin av í Tróndargøtu. Vit leggja til brots aftur eftir eina góða feriu.

Fyrsta vit leggja út, er ein stílur, ein av okkara næmingum hevur skrivað. Stílurin sigur so nógv um hettar, at vera orðblindur og at berjast fyri eini virðiligari skúlagongd. Kanska onkur sum lesur - við eygum ella oyrum - kann taka avgerð um at fara í kríggj og vónandi finna frið:

Kríggj og friður kann tulkast so ymiskt. Til dømis, tá lond fara í kríggj hvørt móti øðrum. Tað kann eisini vera eitt kríggj innaní tær sjálvari. Man kann eisini vera í kríggj innanhýsis við familju og vinir. So er eisini politisk kríggj. Tó vilja øll altíð royna at finna eina loysn, so friður aftur kann valda, tí eingin vil liva í kríggi. Øll vilja liva í friði.

Sjálv havi eg eitt stórt kríggj innaní mær sjálvari. Grundin er hon, at eg havi ilt við at lesa og skriva. Eg eri orðblind, sum man sigur í dag. Tað er serliga ringt, um eg vil nakað í lívinum. So kenni eg tað, sum eg ikki kann, tí eg skal lesa ella skriva okkurt, ið er alt for torført. Eg veit, at eg skilji ein tekst, um onkur lesur hann fyri mær. Men tað vil eg ikki, tí eg eri nóg gomul at klára tað sjálv og tá man er 32 ár, eigur man at duga tað!

So ja, eg havi eitt kríggj í gongd við meg sjálva, at fáa bilbugt við teimum demonunum, sum eg havi havt í mínum viðføri í alt ov langa tíð nú. Tað er ikki bara so at sleppa av við, tá tær hava verið við mær so leingi. Nú eri eg farin at betra mínar førleikar. Serliga glað eri eg fyri, at eg gjørdi av at fara aftur í skúla. Ikki eru tað tey bestu minnini, eg havi frá skúlatíðini fyri skjótt 15 árum síðan. Men eg eri vorðin eldri og vil víðari og verða meiri sjálvstøðug á øllum økjum.

Tað er hart, men tað skal ganga. Eg skal víðari í lívinum.

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg má gera hetta fyri meg sjálva. Tað er ikki uttan stríð. Eg skal nokk klára hetta stríðið, so sum øll hini, í mínum stutta lívið.

Nú eri eg ávegis. Eg havi lært nógv hesa stuttu tíðina, eg havi verið í hesum skúlanum (skúlin við Áir) bæði um meg sjálva og um tey kríggj, sum eru innaní mær. Ikki minst at finna friðin og trúnna á meg sjálva. Trúgva uppá at eg dugi. Friður er so smátt farin at falla yvir mínar avgerðir og ger arbeiði lættari.

Eg skal vinna á mál.

Monica

Fleiri tíðindi
Lurta