Tróndargøtu verður arbeitt av øllum alvi
Vit skriva
Vit lesa
Vit tosa, flenna og gráta
Vit mála, tekna, klippa og baka.
Í vikuni skrivaðu teir av okkara næmingum, sum ganga í skúla, um teirra skúlagongd.
Her kunnu tit lesa hvat ein teirra skrivar:
Mín skúlagongd
Mín skúlagongd hevur stóra ávirkan á mítt lív. Hon gevur mær vitan um dagin og marruna um náttina. Og í síðsta enda er tað hon, ið avger hvar í lívinum, eg endi.
Eg eri fyrstaársnæmingur á Læraraskúlanum. Tað var sera spennandi at byrja, men eisini nervapirrandi, tí fór eg at kenna nakran? Fór eg at trívast? Var hetta rætta avgerðin, at blíva fólkaskúlalærari?
Eftir tær fyrstu vikurnar byrjaði eg at trívast og innsíggja, at hetta var rætta valið.
Alt vit læra um, er sera spennandi og skapar meira áhuga fyri læringini.
Hvussu mennast børn? Hvat er tann góði lærarin? Og hvussu er ein góð undirvísing uppbygd?
Í tímunum dugir okkara lærari, Rúna í Skála, væl at undirvísa og vísa okkum á tað vitan, ið liggur í tekstinum. Hon hevur enntá yvirskot at demonstrera ymist í tekstinum og fær okkum eisini við.
Tó eftir skúlatíð, tá tað bara eru eg og teksturin, virkar hann óendaligur at koma ígjøgnum og skilja. Nógv orð fáa meg at hugsa, hvat er tað, eg havi valt, og at eg ongantíð fari at megna at vera lærari.
Øll í flokkinum eru røsk at lesa uppá, ið ger, at eg føli meg einsamalla til tíðir. Tankarnir fara ígjøgnum meg “Kann tað passa, at tað bert er eg, ið ikki havi lisið”, ið síðan føra til, at tað má vera okkurt gali við mær. Tey í flokkinum hava enntá tíð til at møtast um kvøldið at gera okkurt. Tá standi eg í tí tvístøðu, skal eg velja floksfelagarnar ella heimaarbeiði? Tí føli eg meg ofta splittaða, tí eg megni ikki at vera ella gera bæði 100%.
Men, tað man fara at ganga, ikki so? Tað er í hvørtfalt tað, ið mín føroyska mentan hevur lært meg. Sum turistarnir siga “Faroe Islands, the land of maybe’s”. Soleiðis hevur tað hvørtfalt altíð verið ígjøgnum mína skúlagongd, at alt ber til, bara so leingi man fylgir við. Viss ikki í dag, so í morgin.
Sum tað hevði verið lekkurt at vakna í morgin og verið eitt geni