Tíðindi
Vitjan á Rásini í Saltangará
Arbeiði okkara í felagnum er ótrúliga fjølbroytt. Hesin dagurin er einki undantak. Leingi hevur túrurin verið í umbúna: Vitjanin á Rásini í Saltangará, sum er ein samdøgursstovnur og skúlatilboð til ung við menningartarni.
Rásin er stovnur undir Mentamálaráðnum við heimstaði í Runavíkar Kommunu.
Tað, ið er á skrá er ráðgeving í at brúka digitala hjálp í skrivi og lesi tilgongdini. Á teldu og telefon. Arbeiðsfólk á Rásini og miðnám á Kambsdali vóru við.
Vit vórðu møtt við stórum blíðskapi og sóu alla Rásina frá ovast til niðast. Sanniliga eitt stað, har alt er gjørt, at tey ungu skulu mennast og trívast.
Fleiri kunningar
Tíðindi

TALUKENNARIN Í KVF
Trýst á linkið
Bloggur

Føroyski talukennarin
Ein talukennari er ein hentur møguleiki hjá teimum, ið av eini hvørji orsøk hava torført at skriva. Hevur tú eina snildfon, so hava fleiri mál ein mikrofonknøtt knýttan at tastaturinum, sum, tá tú aktiverar hann, skrivar tað, tú sigur.
Tíðindi

Nýtt tilboð til tilkomin lesi- og skriviveik
LESIHÚSIÐ fer nú eftir avtalu við NÁM at bjóða tilkomnum/eldri atgongd og vegleiðing til IntoWords og til CD-ORÐ.Hesi forrit stuðla brúkaranum í at lesa og er serstakliga hent at stuðla skriving.
Vit í LESIHÚSINUM veita neyðuga hjálp. Vit stovnað br…