Jólini eru gávutíð
Jólabræv frá Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, nevndarlimur í Felagnum fyri Lesi - og Skriviveik.
Børnini gleða seg. Vit vaksnu leggja nógv fyri, at alt skal verða klárt til stóru høgtíðina. Hugni, matur og gávur. Hettar er ikki tíðin at ørkymlast og hugsa tankar, ið ikki eru um reyðar sloyfur og knirkandi jólapappír.
Men hóast tað, so eru vit nøkur, ið ikki ordiliga kunnu sleppa gleðini leysa. Akkurát sum tá tú hevur ein stein í skónum, sum liggur har og minnir teg á, at tú skalt ikki ganga her og vera alt for glað, so liggur hettar og gnagar og vit fáa ilt, ikki bara í fótin.
Vit, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, góvust í Lesihúsinum í Tróndargøtu 24. november. Vikuna áðrenn var uppslag at lesa á uppslagstalvuni, har vit vórðu biðin um, ikki at taka nakra undirvísing ella líknandi uppá okkum áðrenn 4. januar 2017. Var onkur, ið hevði hjálp fyri neyðini til dømis til hjásitara til próvtøku, máttu vit fara til avvarðandi stovn at biðja tey gjalda.
Okkara játtan fyri árið 2016 er uppi.
Arbeiði er tó ikki uppi.
Vanligt er, at børn og foreldur jubla, tá tey fáa jólafrí, men eingin í Tróndargøtu jublaði.
Tvørturímóti. Vit vildu so fegin arbeitt fram til jóla. Okkara Vinnuháskúlanæmingar, Tekniski Skúla næmingar, Seturs næmingar, okkara bólkur av fólki, ið ongan kjans høvdu, tá tey gingu í skúla og so tey skúlabørnini, ið hava funnið eina trygga læriholu hjá okkum, tey jublaðu ikki.
Kanska tey hava kent á sær, at vit eru heldur ørkymlaði fyri tíðina?
Okkara í forvegin lítla játtan, 1,6 mill á fíggjarlógini, er skorin við 200.000 kr. Tað er ómetaliga nógvir pengar í okkara arbeiði. Spent bíða vit, hvat fer at henda við aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini. Vónin er, at hasar 200.000 verða lagdar í aftur okkara játtan.
Uttan at fornerma nakran ella at virka sjálvglað, so haldi eg, at vit róliga kunnu staðfesta, at vit vita best, hvør tørvur er á okkum og okkara arbeiði. Argumentið at skerja okkum er, at okkara arbeiði er partur av fólkaskúlanum. Skilji, hvør í skilja vil. Tørvurin hvørvur ikki, fyri tí um fólkaskúlin nú hevur orðblinda skreening í 3. flokki og aðrar royndir í 4. flokki og 6. flokki. Tíverri má eg siga at tað øvuta er veruleikin. Ongantíð áður hava so nógv sperd foreldur vent sær til okkara, tí barn teirra er "dumpað" til orðblindatestina og skúlin hevur einki at bjóða.
Og annað er so, at okkara arbeiði í høvuðsheitum vendir sær til aðrar aldursbólkar enn fólkaskúlan. Fólkaskúla næmingar upptaka umleið 25 % av okkara virksemi.
Tey, ið ikki hava lesi - og skrivitrupulleikar tætt inn at sær, kunnu ikki ímynda sær ta sorg, tað stríð og strev hesi børn, foreldur og ungu í útbúgving annars hava. Og so tey, sum ongantíð fótaðu sær, tá tey gingu í skúla.
Hesi, eru okkara næmingar.
Tað er eingin, ið ger tað arbeiði, vit gera. Vit gera ikki bara nakað við lesi- og skrivitrupulleikar, vit gera nakað við alt menniskjað, og tað er ógvuliga umráðandi.
Tað kann vera, at ein næmingur hevur spurningar til Almannaverkið ella skúlaverkið, so hjálpir felagið næminginum.
Altso, tað steðgar ikki í úthurðini her. Tey koma inn og fáa staðfest trupulleikan, sum ofta ikki er so einfaldur, sum tað sær út í fyrstu atløgu. Yvirhøvur hanga aðrir trupulleikar uppií.
So hjálpa vit at fara við honum til viðkomandi skúlar, lærupláss og Mentamálaráðið viðhvørt, tí onkustaðni er hann steðgaður upp í systeminum.
Hetta menniskjað fer ikki til Mentamálaráðið og krevur sín rætt. Felagið fyri Lesi- og Skriviveik er tann røddin, sum veit, hvat næmingarnir hjá felagnum hava rætt til. Her gera vit tað, vit eru ment – við okkara førleika – at leggja viðurskiftini hjá næminginum til rættis.
Vit gera alt fyri okkara næmingar, rætt og slætt alt!
Fólkaskúlin roynir at gera sítt fyri sínar næmingar, men nógv verður lagt á skúlan at orna og seinasta átakið er orðblindatestir. Tað átti at verið so gott, so gott, men tá neyðugu játtanirnar at taka fylgjurnar av testunum ikki fylgja við, so er lítið vunnið, og so leita tey sær hjálp í Lesihúsinum her í Tróndargøtu. Og eisini tað hava vit merkt í hesum skúlaárinum.
Aðrir lærustovnar megna ikki at taka sær av sínum lesiveiku og orðblindu, tey koma eisini til felagið í stórum tali. So skulu vit skerjast, kemur tað at merkjast hart hjá nógvum.
Vit hava hoyrt, at ein orðblindaflokkur er á Sct. Frans, men eingin veit at siga um hendan flokk, og einki orð stendur á heimasíðu skúlans. Vit hava spurt okkum fyri, men eingin skúli, vit hava tosað við er kunnaður um nakran orðblindaflokk, og MMR svarar ikki fyrispurningi hesum viðvíkjandi, so tað velja vit at taka sum leysasøgu.
So kanska skilja tit, at hesin steinurin liggur her og gnagar seg gjøgnum hold og skinn og jólagleðin ikki ordiliga vinnur inn? Hvat sker, um vit missa okkara játtan?
Vit eru best útbúgvin at taka hesar trupulleikar á okkum. Orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar, Feuerstein instruktørar. Vit gera so fegin tað arbeiði, ið skal til. Men fíggjarligu karmarnir mugu eisini vera til staðar.
Okkara jólaynski er, at játtanin fer at halda tørn.
So rista vit skógvin og halda jól.
Gleðilig jól!