Tíðindi

Handan av fyrst kærleikskúluni 2014

27. desember 2014

Ása Olsen helt hesa talu í samband við handanina av fyrstu kærleikskúluni 2014:

Góðan morgun øllum somul. Eg fari vegna stýrið í Dugna, at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til avdúkanina av Kærleikskúluni 2014.

Kærleikskúlan er sniðgivin av einum av okkara mætu og fjøltáttaðu listafólkum, og vil eg takka Astrid Andreasen fyri, at hon tók hesa avbjóðing uppá seg. Sum tað stóra listarfólk hon er, hevur hon lagt eitt yndisligt valaverk úr hondum. Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna

Kærleikskúlan 2014 ímyndar móðurkærleikan, sum ikki eigur sín líka.

Tað er Dugni og Listasavn Føroya, ið standa fyri tiltakinum, og sølan av kærleikskúluni fer óskerd til Dugna, ið hevur til endamáls at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving.

 Ása olsen, stýrisforkvinna í Dugna[/caption]Hesin dagurin er eisini dagurin, har fyrsta Kærleikskúlan verður handað til eina virðiliga fyrimynd og er tað fallið í mín lut, sum stýrisforkvinna í Dugna, at handa hesa fyrstu Kærleikskúluna við hetta høvi her í dag. Og føli eg tað sum ein stóran heiður.

Stýrið fyri Dugna: Jóhann Samuelsen, Karin Kjølbro, Magni á Deild Olsen, Jórun Gardar Bringsberg og Ása Olsen, avgerð, hvør skal hava heiðurin.

Hendan Kærleikskúlan ímyndar móðurkærleikan, ið ber boð um kærleika, fjálva, umsorgan, mildleika, eymleika, hjálp, og nærveru.

Hetta eru alt føgur orð, men tó sonn og ímynda fyri stóran part fyrimyndina, sum í ár fær fyrstu kærleikskúluna handaða, fyri sítt ótroyttiliga og áhaldandi arbeiði innan eitt øki, har tey sum koma til hana, í mongum førum eru uppgivin alla aðrastaðni á vegnum.

Vit tosa nógv um hugtakið inklusión í dag, og stundum kennist tað sum, at vit ikki heilt vita, hvat orðið merkir. Mong av teimum, sum eru komin til hesa fyrimynd, hava kent seg útihýstan, uttanfyri, uttan møguleika fyri, at fáa eina framtíð sum onnur.

Tá tey eru komin til hesa kvinnu, er hon farin um tey, sum ongin annar hevur verið førur fyri áður. Hon hevur givið sær tíð saman við teimum, fingið eitt hjarta til hjarta forhold til tey, hevur fevnt tey og givið teimum nýggja vón.

Hon er djørv, áhaldandi, gevur ikki upp og gevur øðrum mót.

Astrid Andreasan, listarkvinnaStórur partur av hennara arbeiði er ókeypis, og tá hon verður spurd um, hvat hennara størsta uppliving er, svarar hon uttan at ivast, at tað størsta er at síggja, at hesir næmingar fáa eina útbúgving, eitt lív og at tey reisa seg aftur.

Hon kom sjálv í eina støðu, har hon fekk ein son, sum var lesi- og skriviveikur og ongin hjálp var at fáa nakrastaðni. Hon er úr Noreg og hevði samband við heimlandið fyri at vita, hvussu man gjørdi har, tá man stóð við einari avbjóðing sum hennara.

Hon er rættiliga avgjørd tá hon sigur, at tað skal ongantíð vera soleiðis í Føroyum, at man stendur einsamallur við einari so stórari avbjóðing sum tað er, at fáa eitt barn, sum er lesi- og skriviveikt og ikki fáa hjálp nakrastaðni.

Hon byrjaði við hjálp frá Doris Hansen og Hallgerð Hansen at undirvísa næmingum, sum vendu sær til Felagið fyri lesi- og skriviveik. Fyrstu tíðina hildu tey til í MBF húsinum. Í dag hava tey skúla í Tróndargøtu, har 40 næmingar ganga regluliga til undirvísing.

Næmingarnir fáa tilfar, sum er tillaga til tann einstaka næmingin, og lærarar verða settir at undirvísa eftir, hvussu teir passa saman við einstaka næmingin.

Fyri at sleppa at undirvísa á hesum skúlanum, skulu lærararnir brenna fyri tí, annars kunnu teir ikki vera har.

Fyrimyndin, Anna Karin Kjeld, sum stýrið fyri Dugna hevur valt at heiðra í dag, er ikki ein kvinna, sum er nógv at síggja og hoyra í almenna rúminum. Tó eru tað mong bæði gomul og ung, sum hava fingið nýggja framtíð og vón, við at koma undir hennara veingir.

Dugni fegnast um hendan møguleikan, at geva tær hesa viðurkenning, og vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við heiðurinum.

Eg skal við hesum biðja teg Anna Karin Kjeld um at koma upp higar, so eg sleppi at handa tær fyrstu kærleikskúluna í 2014.

Fleiri tíðindi
Lurta