Tíðindi

At lesa at skriva og eta eina appelsin afturvið!

1. november 2014

Ikki sær hettar út av nógvum. Ein gomul, nakað slitin hurð. Les – skriva og so nr. 40. Tað er tað.  Og skal eg greina fyri tykkum, so skulu tit skilja tað soleiðis: Tróndargøta 40 og innanfyri heldur Felagið fyri Lesi- og Skriviveik til.

Eg komi beint inn í eina lítla, tronga gongd. Full av skóm og yvirklæðum. Hurðin er opin innar í fyrstu skúlastovuna, sum eisini er kantór, fundarhøli og so øgiliga nógv annað. Og so er hurðin víðari innar í køkin eisini opin. Her er altíð onkur inni. Hettar er onkursvegna maskinrúmið. Her verða ætlanir lagdar, her verður tosað og flent og grátið. Og etið.

Anna Karin, formaður felagsins sigur, at eingin kann læra við tómum búki. Og tað er fantastiskt, hvat kann fáast í lag við køksborðið í Tróndargøtu 40.

Her er Elsa. Hon spyr um tú vilt hava eitt speilegg ella kanska eitt krúss av kakao?

Og tað er so nógv lættari, at siga frá sínum trupulleikum yvir køksborðið við heitum kakao, te ella kaffi enn í einum fundarhøli. Soleiðis er tað bara!

Elsa og Anna Karin skera appelsinir, perur og súreplir og bera innar í øll rúm.

Teir dugnaligu lærararnir lurta, leggja sær í geyma og spakuliga tømist køkurin.

” Komið tit við okkum” siga Herborg og eg.  4 næmingar koma við okkum. Tað eru tey vaksnu. Vit hava valt at síggja filmin The Fault in our Stars.  Tey halda hann vera so mega góðan. Eg havi keypt bókina. Endin er, at tey endurgeva innihaldið, skriva stíl um filmin og lesa brot úr bókini. Ein super arbeiðsgongd. Og her var nógv nýtt at læra. Alt á enskum. Lærihugurin í topp!!

Felags fyri allar næmingarnar er, at tey hava trupulleikar við lesing, skriving og rokning.

Felags fyri lærararnar er, at teir eru allir útbúnir lærarar, serlærarar, orðblindalærarar og Feuerstein instruktørur.

Her fáa øll góða hjálp.
Her verða tey møtt sum menniskju og ikki sum trupulleikar.
Her er ikki neyðugt at krógva seg.
Her trívast tey og tí kunnu tey læra.

Onkur fer uppá loft onnur í hølið við síðuna av og so fellur friður yvir Tróndargøtu og undirvísingin er so smátt farin í gongd undir allari lonuni.

Skrivað hevur: Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

Fleiri tíðindi
Lurta