Tíðindi

Ráðstevna fyri lesi- og skriviveik

23. september 2014

Fríggjadagin 26. september 2014 skipar “Felagið fyri Lesi- og Skriviveik” fyri ráðstevnudegi.
Dagurin byrjar kl 9 hjá Öström á Skálatrøð og verða 3 ymiskir fyrilestrar um lesi- og skrivitrupulleikar á skránni.
Fyrilestrarhaldarnir vera: Kirsten Korning, Inger Andersen Kise og Håvard Tjore.
Gott ábit verður at fáa og endar ráðstevnudagurin umleið kl. 16 (printa skránna).

Kl. 9 heldur Kirsten Korning fyrilestur um: Feuerstein læren. „Hvis et barn ikke kan lære
sådan som du underviser, må du undervise det, så det kan lære.“

Kl. 11 heldur Inger Andersen Kise fyrilestur um: „Dysleksivenlig skole.“

Kl. 13 heldur  Håvard Tjore fyrilestur um: „Blanke ark.“

Um fyrilestrahaldararnar:

Kirsten Korning arbeiðir við Feuersteins Instrumental Enrichment og LPAD.

Inger Andersen Kise hevur verið lærari, inspektør og studierektor og hevur praktiserað dysleksivinaligan
skúla. Hon situr í nevndini í Dysleksifelagnum í Norra.

Håvard Tjore er lærari á Svalbard, fyrilestrahaldari og framleiðari av sjónvarpssendingunum
„Blanke ark“.

Fleiri tíðindi
Lurta